+298 32 80 55

AA fundirnir aftur á Heilbrigdinum

19. jul. 2021

Frá og við týsdagin 20. juli 2021 kunnu AA’arar frá bólkunum kring landið aftur koma at halda fund inni á Heilbrigdinum.

Á Heilbridinum gleða vit okkum til fundirnar, har umboð fyri felagskapin koma uttanífrá at halda fund.

Øll vita, at hesir fundir eru sera gevandi, og tað er helur eingin loyna, at fundirnir eru til mikið gagn, bæði fyri tey, sum eru í viðgerð og ikki minst tey, sum hava verið í viðgerð.

Vit hava bíða spent og vóna at undirtøkan verður góð.

P.s.
Eftir tilmæli frá mynduleikunum, kunnu bara tveir AA’arar halda fund í senn.

Samstundis heita vit á tykkum um at halda neyðugu frástøðuna og spritta hendurnar tá tit koma. Kvøldvaktin tekur í móti tykkum.

Um tit eru forkølaði ella í aðra máta hava sjúkrueyðkenni, heita vit á tykkum um ikki at møta, men heldur fáa onkran avloysara.

Um tit hava verið uttanlanda eiga tit ikki at koma á fund, fyrr enn sóttarhaldið er liðugt og testin er negativ aftan á 4. dagin.

Sjúrður Knudsen, leiðari

Aðrar greinar