+298 32 80 55

Meðan Korona herjar

5. aug. 2020

Nú hendi tað so aftur, tað sum ikki skuldi henda, men sum vit hava verið bangin fyri fór at henda
Corona menti seg aftur.

Fyri at verja móti smittuvanda so gott sum gjørligt, hava vit á Heilbrigdi líka síðani Corona tók seg upp fyrst í mars, fylgt tilmælunum frá Heilsumynduleikunum.

Nú er aftur neyðugt at herða tiltøkini, og sjálvsagt seta vit beinanvegin neyðugu tiltøkini og tillaðingarnar í verk, soleiðis sum Heilsumynduleikunum mæla til.

Hetta merkir m.a., at vit tíverri aftur vera avnarkaði í mun til hvussu vit taka nýggj inn í viðgerð og mugu skipa hetta øðrvísi enn vanligt. Eisini vera neyðugar tillaðingar gjørda, men viðgerðin heldur annars ótarnað fram.

Fyribils kunnu avvarðandi uttanífrá ikki koma at vitja leygardagar, sum vanligt hevur verið.

Vit ráðføra og dagføra okkum alla tíðina við Heilsumynduleikarnar og fylgja teirra tilmælum.

So skótt vit vita meira ella okkurt nýtt er, kunna vit um hetta.

Sjúrður Knudsen, leiðari


VERT ALLA TÍÐINA AT HAVA Í HUGA:

Aðrar greinar