NADA stendur fyri National Acupuncture Detoxification Association og er ein viðgerðarháttur, ið varð mentur av amerikanska sálarlæknanum og heimsspekinginum Dr. Michael O. Smith í fyrru helvt av 1970-árunum.
NADA-akupunkturur verður givið í bæði oyru. Fimm smáar, sterilar nálir verða settar í hvørt oyra. Royndir vísa, at NADA sum ískoytisviðgerð ger úrslitini av øðrum viðgerðar- og/ella venjingartilboðum munandi betri.
NADA hevur gagnliga ávirkan á angist, tunglyndi og strongd og virkar eisini fyribyrgjandi ímóti afturfalli.
NADA kann brúkast til linna í løtuni og/ella sum liður í eini drúgvari viðgerðargongd.
Á Heilbrigdi brúka vit fyrst og fremst NADA-oyraakupunktur sum ískoyti til medisinsku abstinensviðgerðina. Sjúklingar í grundviðgerðini fáa tó eisini tilboð um NADA fast tvær ferðir um vikuna ígjøgnum alla viðgerðina, til teir verða útskrivaðir.
Hetta ger NADA millum annað:
Starvsfólk við altjóða góðkendum próvbrævi í NADA standa fyri NADA-viðgerðini á Heilbrigdi.