Search by

Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi
Viðtøkur
§ 1. Navn og heimstaður
- Stk. 1. Navni er Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi.
- Stk. 2. Felagið er heimahoyrandi í Tórshavn.
§ 2. Endamál
- Stk. 1. Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi hevur til endamáls at stuðla viðgerð av alkoholikarum og avvarðandi eftir 12-stiga skránni.
- Stk. 2. At stuðla og hjálpa medmenniskjum burtur úr rúsevnamissnýtslu.
- Stk. 3. At stuðla samanhaldi fyri at hjálpa hvørjum øðrum til varandi edrúskap.
- Stk. 4. At skipa fyri tiltøkum fyri allari familjuni, út frá tí sjónarmiði, at alkoholisma er ein sjúka, sum rakar nógv onnur enn alkoholikaran.
- Stk. 5. Eftir førimuni at stuðla Heilbrigdi.
§ 3. Limir
- Øll sum ynskja at stuðla felagnum og endamáli felagsins kunnu gerast limir.
§ 4. Limagjald
- Limagjaldið verður ásett einaferð um árið á aðalfundinum. Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum skal limagjaldið vera goldið.
§ 5. Nevndin
- Stk. 1. Felagið er undir leiðslu av nevndini, sum verður vald av limunum á aðalfundinum. Um ein av nevndarlimunum fær afturstig, fer viðkomandi úr nevndini og fyrsti varalimur tekur við.
- Stk. 2. Nevndin telur fimm limir og tveir varalimir.
- Stk. 3. Annaðhvørt ár fara tveir nevndarlimir frá og annaðvørt ár tríggir nevndarlimir. Varalimirnir verða valdir á hvørjum ári.
- Stk. 4. Nevndin skipar seg sjálv við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, kassameistara og skrivara.
- Stk. 5. Formaðurin/kvinnan kallar inn til fundirnar og skal kalla inn um tveir nevndarlimir ynskja tað.
- Stk. 6. Nevndin er viðtøkufør um 4 nevndarlimir eru møttir. Vanligur meiriluti er galdandi. Stendur á jøvnum er formanins atkvøða at telja sum 2.
- Stk. 7. Gerðabók um tiknar avgerðir og minnilutaviðmerkingar skulu skrivast frá øllum fundum.
- Stk. 8. Til at binda felagið fíggjarliga ella løgfrøðiliga krevst undirskrift av tveimum nevndarlimum, har tann eini skal vera formaðurin/kvinnan ella næstformaðurin-/kvinnan.
- Stk. 9. Nevndin kann seta arbeiðsbólkar eftir tørvi.
§ 6. Roknskapur
- Roknskaparárið fylgir kalendaraárinum. Roknskapurin hjá felagnum skal grannskoðast av grannskoðara valdur á aðalfundinum.
§ 7. Aðalfundurin
- Stk.1. Aðalfundurin er ovasti myndugleiki hjá felagnum.
- Stk. 2. Aðalfundurin verður hildin á vári á hvørjum ári.
- Stk. 3. Formaðurin/kvinnan kallar inn til aðalfundin við einum mána tilsøgn, vísandi til dato, klokkan, stað og skrá. Lýst skal verða í almennum miðlum.
- Stk. 4. Skráin fyri aðalfundin skal vera henda:
- Val av fundarstjóra
- Formaðurin greiðir frá virkseminum í farna ári
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Innkomin mál
- Nevndin leggur fram ætlanir fyri komandi ár
- Limagjaldið
- Val av nevndarlimum
- Val av varalimum
- Val av grannskoðara
- Ymisk
- Stk. 5. Mál sum limir ynskja at fáa viðgjørt á aðalfundinum skulu verða formanninum skrivliga í hendi 3 vikur fyri aðalfundin. Uppskotið skal vera undirskrivað.
- Stk. 6. Á aðalfundinum hava møttir limir eina atkvøðu. Fulltrú kann ikki latast
- Stk. 7. Atkvøtt kann verða við handarhevj, er ikki skrivlig atkvøðagreiðsla ynskt
- Stk. 8. Avgerðirnar verða tiknar við vanligum meiriluta
- Stk. 9. Gerðabókin við øllum avgerðum frá aðalfundinum skal undirskrivast av formanninum/kvinnuni, skrivaranum og fundarstjóra
§ 8. Tilknýti
- Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi hevur einki tilknýti til AA, NA, Al-Anon, ACA ella líknandi 12-stiga felagsskapir. Stuðulsfelagið hevur einki tilknýti til nakran trúarbólk ella politiskan bólk.
§ 9. Viðtøkubroytingar og avtøku av felagnum
- Stk. 1. Broytingar av hesum viðtøkum ella avtøku av felagnum kann bert fara fram á einum aðalfundi ella á einum eykaaðalfundi. Ásetingar fyri einum eykaaðalfundi eru tær somu sum fyri einum vanligum aðalfundi, tó kann skráin tillagast.
- Stk. 2. Um 20% av limunum ella fýra nevndarlimir ynskja tað, skal formaðurin kalla inn til eykaaðalfundar.
- Stk. 3. Fundurin er viðtøkuførir um 20 % av liminum eru møttir. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, skal kallast inn til eykaaðalfundar eftir galdandi ásetingum.
- Stk. 4. Um felagið skal avtakast, skal tað standa sum einasta evni í skránni. 3⁄4 av liminum skulu atkvøða fyri avtøku fyri at tað skal fáa gildi. Um avtøka er fyri á einum eykaaðalfundi krevst vanligur meiriluti fyri avgerðini.
- Stk. 5. Við avtøku av felagnum fara ognirnar hjá felagnum til Heilbrigdi.
Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi, tann 9. februar 2012 og seinni broyttar á aðalfundi, tann 2. mars 2013.
Málsligar broytingar á eykaaðalfundi tann 4. septembur 2018.
Viðtøku- og málsligar broytingar samtyktar á aðalfundi 8. mai 2019
Sí meira á Facebook síðu teirra Stuðulsfelagið hjá Heilbrigdi – (tú mást vera á Facebook)