+298 32 80 55

Onnur tilboð

Svimjing: Allir innlagdir sjúklingar, sum eru í grundviðgerð sleppa til Havnar at svimja eina ferð um vikuna.

AA fundir: AA fundir eru á Heilbrigdi hvørt kvøld klokkan 20. Tað eru AA-bólkar frá øllum landinum, ið skiftast at skipa fyri AA-fundunum. Tey, sum eru í grundviðgerðini, fara tvær ferðir um vikuna til Havnar á AA-fund.

Allir sjúklingar, sum eru í viðgerð á Heilbrigdi, verða eggjaðir at halda fram við at ganga á AA-fundir, aftaná at viðgerðin á stovninum er liðug.

AA fundir í Føroyum kunnu síggjast her: https://www.anonymir-alkoholikarar.fo/fundir

AA fundir í Danmark kunnu síggjast her: https://dkaa.dk/find-aa-moder/