+298 32 80 55

Familjuviðgerð

Familjuviðgerðin er fyri øll tey, sum á ymiskan hátt hava verið rundan um misnýtaran og hava verið ávirkað av misnýtsluni og oyðandi atburðinum, sum fylgir við.

Á skeiðunum eru fyrilestar, bólkaarbeiði og kjak. Eisini verður dentur lagdur á sosiala samveru og hugna.

Misnýtsla av rúsdrekka og rúsevnum er ein familjusjúka við tað, at tey nærmastu verða sera hart rakt – ofta eins hart og misnýtarin sjálvur.

Málið við eini familjuviðgerð er at geva avvarðandi innlit í tey árin, ið alkoholisman hevur á familjuna og at læra tey at skilja alkoholikaran.

Tað er ein sannroynd, at tey avvarandi kunnu gerast eins sjúk og misnýtarin, og at hesi hava eins stóran tørv á hjálp, um tey skulu vinna lívsdygdina aftur.

Lívið hjá familjuni og øðrum avvarandi, hevur í stóran mun verið stýrt av misnýtarnum á ein slíkan hátt, at familjan ikki hevur livað sítt egna lív, men eitt lív stýrt av misnýtaranum. Ofta hava tey í mong ár sett síni egnu virði, ætlanir og ynski til viks.

Í viðgerðini, sum misnýtarin fær á Heilbrigdi, lærir hesin, hvussu misnýtslan hevur ávirkað familjuna og tey avvarandi, og at hesi eisini hava tørv á stuðli og hjálp. 

Tað er ein beinleiðis partur av viðgerðini, at misnýtarin skal læra at ásanna, at so er, og tí skal virka fyri, og birta upp undir, at tey nærmastu fáa neyðuga stuðulin og tilboð um hjálp og viðgerð.

Heilbrigdi hevur tí eisini sum mál, at fáa sambandi við familjurnar og bjóða teimum hjálp.