+298 32 80 55

Grundviðgerð

Tá avrúsingin er liðug, byrjar grundviðgerðin. Viðgerðin byggir á 12-stiga skránna hjá Anonymum Alkoholikarum, AA. Í viðgerðini verður miðað eftir at fáa sjúklingin at kenna alkoholismu og avleiðingar av henni,  til at viðurkenna sína lívsstøðu sum alkoholikari og at geva viðkomandi amboð til at kunna liva eitt lív í edrúskapi og nøgdsemi. Viðgerðin umfatar millum annað bólkaviðgerð, fyrilestrar, skipaðar uppgávur, venjing til ein skipaðan gerandisdag, meditasjón, eggjan til uttandura tiltøk og kropsvenjing.

Seinasti parturin av grundviðgerðini leggur meira dent á at gera sjúklingin til reiðar at fara út aftur í vanliga gerandisdagin við teimum uppgávum og avbjóðingum, ið har eru.

Grundviðgerðin á Heilbrigdi leiðir víðari til eftirviðgerð og luttøku í AA-felagsskapinum. Grundviðgerðin varir vanliga fýra-seks vikur.