+298 32 80 55

Teir tólv siðirnir

FYRSTI SIÐUR

Okkara felags vælferð eigur at koma fyrst; persónlig heilsubót er treytað av A.A.-samanhaldi

ANNAR SIÐUR

Viðvíkjandi bólkinum er bara ein endaligur myndugleiki – ein kærleiksfullur Gud, soleiðis sum Hann gevur seg til kennar í samvitsku bólksins. Leiðarar okkara eru bara tænarar, sum nógv verður litið til; teir ráða ikki

TRIÐI SIÐUR

Tann einasta treytin fyri at gerast limur í A.A. er ynskið um at halda uppat við at drekka

FJÓRÐI SIÐUR

Hvør bólkur eigur at vera sjálvstøðugur uttan í málum, sum ávirka aðrar bólkar ella A.A. sum heild

FIMTI SIÐUR

Hvør bólkur hevur bara eitt høvuðsendamál – at bera boðskap sín til alkoholikaran, sum enn pínist

SÆTTI SIÐUR

A.A.-bólkur eigur ongantíð at lata fíggjarligan studning ella læna navnið A.A. til nakað skylt endamál ella nakra fremmanda fyritøku, so at ikki peningur, ognir og virðing fáa okkum burtur frá sanna endamáli okkara

SJEYNDI SIÐUR

Hvør A.A.-bólkur eigur at vera heilt sjálvbjargin og ikki taka ímóti íkasti uttanífrá

ÁTTUNDI SIÐUR

A.A. eigur at verða verandi óyrkislært, men miðstøðir okkara kunnu hava serútbúgvið starvsfólk

NÍGGJUNDI SIÐUR

A.A. sum slíkt eigur ongantíð at verða skipað; men vit kunnu gera arbeiðsnevndir ella stjórnir, ið hava beinleiðis ábyrgd mótvegis teimum tær arbeiða fyri

TÍGGJUNDI SIÐUR

“Anonymir Alkoholikarar” Navnleysir Alkoholikarar taka ikki støðu til spurningar uttan fyri Felagsskapin; tí egur A.A.-navnið ongantíð at verða drigið inn í alment kjak

ELLIVTI SIÐUR

Upplýsingarpolitikkur okkara er bygdur á atdráttarmegi meira enn á lýsing; vit mugu altíð halda fast um persónligt navnloysi í samband við bløð, útvarp, sjónvarp og film

TÓLVTI SIÐUR

Navnloyna er tað andaliga støðið undir øllum siðum okkara og minnir okkara støðugt á at lata grundreglurnar ganga fram um tað persónliga