+298 32 80 55

Eftirviðgerð

Øll, sum hava verið í viðgerð á Heilbrigdi fáa tilboð um og verða eggjað at møta til eftirviðgerð. Eftirviðgerðin er ein framhaldsviðgerð av grundviðgerðini og verður mett sum ein týðandi partur av viðgerðini sum heild.

Her kemur sjúklingurin aftur við teimum royndunum, hann hevur fingið í gerandisdegnum sum edrúur og deilir hetta við hini í bólkinum. Oftast verður eitthvørt viðkomandi evni umrøtt og arbeitt við.

Eftirviðgerðin tekur støði í at hjálpa edrúa alkoholikaranum at halda fast um positivu menningina og at lætta um skiftið til ein edrúan gerandisdag. Samstundis er eftirviðgerðin við til at fyribyrgja afturfall.

Okkara royndir vísa, at samband er ímillum luttøku í eftirviðgerðini og eitt gott viðgerðarúrslit. Vit bjóða eftirviðgerð ein dag um mánaðin (kl 9:00-15:00) í eitt ár aftaná, at sjúklingurin er útskrivaður. Sjúklingar, ið hava verið innlagdir áðrenn hetta, eru tó eisini hjartaliga vælkomnir til eftirviðgerðina.