+298 32 80 55

Alkoholisma

Alkoholisma er ein sjúka, ið týnir mong mannalív og oyðir alt rundan um seg. Tað eru bert krabbameinssjúkur og hjarta- og æðrasjúkur, ið krevja fleiri mannalív.

Fyri alkoholismu galda hesar fimm tummilreglur:

Hon er ein sjálvstøðug sjúka

Ikki ein fylgja av nøkrum øðrum, heldur eru persónligir trupulleikar ein fylgja av alkoholismu

Hon er áhaldandi

Altíð nærverandi við eini sníkjandi framferð

Hon mennist

Verður verri og verri, og lekist ikki av sær sjálvum

Hon er óbótalig

Tá ið tamarhaldið yvir alkoholinum er farið, so er tað farið með alla

Hon kann viðgerast

Tann sjúki kann fáast til at gjøgnumskoða sína noktan og lygnir og byggja upp eitt nýtt lív

Hon er ikki ein spurningur um vilja

Alkoholisma er ikki eitt tekin um veika persónsmensku, og hon kann ikki basast bara við vilja og sálarligari styrki. Alkoholisma er ein sjúka, sum lutvíst er arvalig, og hon kann raka øll.