+298 32 80 55

Ovurnýtsla av rúsdrekka

Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein sníkjandi sjúka. Tí ræður um at vita, hvørji sjúkubrøgdini eru, áðrenn ov seint er.
Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein sjúka, sum so líðandi fær fastatøkur á tí, ið raktur verður. Hetta hendir ikki frá degi til dags. Nógv eru tekinini og eyðkennini, sum siga húsfólki, vinum, arbeiðsfeløgum og øðrum frá, at sjúkan er veruleiki.

Her skulu verða nevnd nøkur tekin, sum eru eyðkend:

Gevur lyfti

Viðkomandi gevur lyfti um at gevast. “Eg smakki tað ikki í morgin.” “Eg skal halda meg frá brennivíni næstu tríggjar mánaðirnar.” Ella: “Mánadagin veri eg edrúur.”
Men hesi lyfti verða ikki hildin.
Tosið um, hvussu nógv ið drukkið verður, er ikki eftirfarandi
At byrja við eru hetta smá, meinaleys ósannindi, sum onnur einki leggja í – viðkomandi sigur seg bara at hava drukkið minni, enn hann hevur gjørt, fyri at ugga seg sjálvan og onnur

Drekkur skjótt

Viðkomandi hevur tømt glasið langt áðrenn hini. Ein misnýtari tolir meira rúsdrekka enn onnur. Hetta ger sjúkan. Og kortini sæst sum oftast ikki nógv á honum.

Drekkur í loynd

Nógvir ovurnýtarar vilja ikki, at onnur skulu vita, hvussu nógv teir drekka. Tí drekka teir ofta einsamallir, Hava verið í veitslu, halda so kanska áfram at drekka, tá ið teir eru komnir til hús – einsamallir. Og kanska drekka teir framíhjá í køkinum ella aðrastaðni, tá ið gestir eru.

Uttanumtos

Ovurnýtarin vil ikki viðganga, at hetta er eitt vandamál. Øll drekka, sigur hann, og tíðirnar eru vánaligar. Hann ber í bøtuflaka fyri seg sjálvan og sína ovurnýtslu. Hetta ger hann allan dagin. So við og við byggir hann sær upp ein verjugarð av orsøkum, ið hann sigur noyða seg at drekka.

Onki ræði á sær sjálvum

Ikki at hava ræði á sær sjálvum merkir, at viðkomandi ikki er førur fyri at avgera, um hann skal drekka ella lata vera. Hann ella hon kunnu ikki halda uppat sum onnur, men mugu drekka meir.

Í myrkasetri

Flestu ovurnýtarar missa viðhvørt minnið. Hetta fyribrigdið kann vera til dømis eitt heilt kvøld. Tað sæst ikki á honum, at hann kennir so nógv til. Hann ella hon bera seg at og tosa sum vanligt. Men einki festir seg ella verður minst til aftaná. Dagin eftir ringir kanska onkur av gestunum og tosar um, hvussu hugnaligt tað var kvøldið fyri, men ovurnýtarin minnist einki av tí, sum fyrifórst – ikki minsta sindur,

Goymir fløskur allastaðni

Ein ovurnýtari má hava rúsdrekka hvønn dag. Um so er, at hann ein dag ikki fær hendur á rúsdrekka, koma ristingarnar, hvørvisjónirnar og kanska krampi. Fyri ikki at koma í eina slíka støðu hevur ovurnýtarin fløskur goymdar ymsastaðni í húsinum. Tær verða sum oftast goymdar á sjáldsomum støðum, til dømis aftanfyri bókhillina, í klæðum, sum skulu vaskast, í skuffum, í úthúsum, ja, eisini í urtagarðinum.

Neyðugt at fáa sær eitt glas um morgunin

Ovurnýtarin kann einki gera um morgunin, fyrr enn hann hevur fingið sær ein lítlan ella fleiri. Hann má hava rúsdrekka fyri at koma í gongd. Ovurnýtarin er fyri ongum, hevur hann ikki fingið rúsdrekka. Fær hann ikki rúsdrekka, koma ristingarnar. Hetta sæst best á hondunum. og ráðini ímóti hesum eru altíð rúsdrekka. Umframt hetta tekur hann kanska eisini tablettir av ymsum slag.

Ofta á sjúkrahúsi

Fleiri ferðir um árið gongur leiðin kanska á sjúkrahús fyri at fáa rúseitrið úr likaminum. Livur, hjartað og fleiri onnur gøgn tola ikki hesa ovurnýtslu av rúsdrekka í longri tíð. Sum árini fara, koma sjúkurnar, so sjúkralegurnar gerast alsamt fleiri.

Misrøkja arbeiðið

Ovurnýtslan nervar eisini arbeiði. Arbeiðið verður ikki so væl gjørt, smáting verða gloymd, ella ovurnýtarn gevur sær ikki far um tey. Avtalur verða ofta gloymdar. Arbeiðið verður soleiðis vanrøkt nógv meira enn vanligt er.

Missir húskið

Vandamálini við hús gerast alsamt størri. Børnini eru so lítið heima, sum tey kunnu. Ofta verður tosað um at skiljast.

Ovurnýtsla av rúsdrekka ein sjúka

Ovurnýtsla av rúsdrekka er ein áhaldandi sjúka sum ikki fer burtur av sær sjálvari. Sjúkan er ógrøðilig, men hon kann steðgast. Verður hon ikki tað, versnar hon ár um ár, og deyðin kemur alt ov tíðliga.

Tey, sum misnýta rúsdrekka, verða lættliga løgd undir at hava veikari lyndi enn onnur.

Nógvir ovurnýtarar hava sostatt ikki bert tað at dragast við, at teir ikki orka at halda seg frá rúsdrekka, men kanska eisini tyngdina og skommina av tí vánaliga umdømi, sum teir fáa frá fólki.

Amerikanskir granskarar hava gjørt fleiri stórar kanningar fyri at fáa at vita, um okkurt evnafrøðiligt er í ólagi hjá fólki, ið verða bundin av rúsdrekka. Teir eru komnir eftir, at orsøkin til sjúkuna kann vera eitt lívevnafrøðiligt brek, sum 10 prosent av teimum, ið drekka, hava.

Tá ið eitt fólk, sum ikki er ovurnýtari, drekkur rúsdrekka, fer rúseitrið skjótt úr kroppinum um livrina. í livrini verður rúseitrið fyrst broytt til acetaldehyd, sum er eitt rættiligt eiturevni. Hevði hetta eiturevnið hópað seg saman í okkum, høvdu vit gjørst álvarsliga sjúk, ja kanska doyð. Fyri at vit kunnu sleppa frá hesum eiturevni sum skjótast, rættir náttúran okkum ein hond og broytir evnið til edikkasýru, sum aftur verður broytt til koltvísúrni og vatn. Koltvísúrnið verður skilt út gjøgnum lunguni, og vatnið gjørnum nýruni.

Hjá ovurnýtaranum hendir tað, at eitt lítið sindur av eiturevninum acetaldehyd verður ikki brotið niður. Hetta sindrið fer upp í heilan, og har verður tað verandi. Tað verður broytt nakrar ferðir, og so hava vit tað sonevnda THIQ. Hjá fólki, sum ikki er bundið at rúsdrekka, finst hetta evnið ikki.

Granskararnir halda, at umleið 10 prosent av teimun, ið nýta rúsdrekka, fáa evnið THIQ. Hesi verða bundin av rúsdrekka. Um tey ikki skulu verða heilt niðurbundin, er bert eitt at gera: Ikki at smakka rúskdrekka.