Tann skilgreining, ið vit ganga undir, er grundað í fimmti ára royndir AA – felagskapsins um, hvussu ein heldur seg edrúan. Takkað verið viðgerðarhátti AA-felagsskapsins, tí sonevndu Minnesota-skránni, hava fleiri milliónir fólk lært at vera edrú uttan nakran heilivág.
Meginparturin av drykkjumonnunum og -kvinnunum er ikki samfelagslig ómenni, men er virkið yrkisfólk við egnum heimum, familju og skyldfólki. Men royndir kring allan heim vísa, at bæði fyri teir, ið eru betur fyri, og fyri teir mest óhepnu eru úrslitini av viðgerðum eftir Minnesota-skránni sera góð samanborið við aðrar viðgerðarhættir.
Eins og AA-felagsskapurin halda vit alkoholismu vera eina viðkvæmissjúku, ið rakar sjúklingin bæði samfelagsliga, sálarliga og likamliga.
Ein umráðandi treyt er, at tey, ið starvast sum viðgerðar á viðgerðarheiminum eru edrúir alkoholikarar og umframt sjálva Minnesota-skránna eisini kenna AA-felagsskapin og andan í AA væl. Vit halda, at AA-samanhaldið er besta hjálpin hjá viðgjørdum alkoholikarum at finna tryggleika og eitt lív í javnvág á øllum mótum og sostatt eisini besta trygdin fyri varandi edrúskapi.
Úrslitið av alkoholviðgerðini eftir hesum háttinum er undrunarvert, men familjan hjá misnýtaranum má ikki at gloymast. Tann viðgerðin, sum er alkoholikaranum at bata, hevur eisini árin á alla familjuna, soleiðis, at tey kunnu sleppa úr einseminum og fáa hægri lívsgóðsku.
Stutt frágreiðing um innihaldið í viðgerðini
Hvíld og likamlig uppbygging í einum vardum umhvørvi. Dentur verður lagdur á mennandi kost og kostískoyti. Sjúklingarnir verða eggjaðir at ganga úti og røra seg.
Framløga av og venjing í AA-virksemi:
Fyrilestrar um virksemið hjá AA-felagsskapinum og siðum tess.
AA-fundir verða hildnir á stovninum hvørt kvøld. So ofta, tað ber til, luttaka AA’arir uttanífrá.
Gjøgnum bólkaviðgerð miða vit eftir at venja sjúklingarnar til at kenna niðanfyrinevndu eyðkenni og at handfara hesi við skili:
Strongd (Stress)
Ótta og angist
Vreiði og beiskleika
Skomm og skuldarkenslu
Sjúklingarnir verða vandir í at hava samskifti við onnur og at liva saman við ørðum.
Sjúklingarnir verða upplýstir um hesi evni:
Langtíðarávirkanin av alkoholi og øðrum rúsandi evnum á miðnervakervið (CNS), og hvussu tað virkar.
Eyðkenni, ið koma fram beint undan einum drekkitørni – tað at vera turrfullur (Dry Drunk Syndrome).
Afturfall (At detta útí aftur).
Ráðaloysi
Tað verður upplýst um familjusjúkuna, ið vanliga stendst av alkohol- og rúsevnamisnýtslu. Sjúklingarnir fáa innlit í trupulleikarnir sum teirra misnýtsla hevur elvt til hjá familju og næstringum og verða fyrireikaðir at gera sítt til at rætta hesi viðurskifti.
Dentur verður lagdur á at geva sjúklingunum vónina um eina betri tilveru og eina betri persónliga menning. Samstundis læra teir at síggja síni (ofta smáu) framstig og fáa harvið dirvi og hug at halda fram við nýggja lívsháttinum.
Yvirskipað um cookies
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!