Hósdagin 8. januar 2026 verður hátíðarhald í nýggja Heilbrigdi í Varðagøtu 16 í Tórshavn í sambandi við, at umbyggingin er liðug
Ognin var keypt í mai 2025 og umbyggingar- og umvælingarverkætlanin byrjaði á sumri 2025 og er bygningurin nú klárur at taka í nýtslu og virksemi kann flyta av Velbastað til nýggju umstøðurnar.
Heilbrigdi er viðgerðarheim til fólk við rúsdrekka- og rúsevnismisbrúki, ið hevur virkað síðani 1986. Pláss er fyri 10 fólkum í viðgerðarheiminum.
Alment hátíðarhald við drekkamunni/ábiti verður kl. 15.00-16.00 við heilsanum og tónleiki. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum og onnur bera fram heilsu
Aftaná hátíðarhaldið er opið hús til kl 18.00
Øll eru hjartaliga vælkomin
Í flytingartíðini
Í hesum døgum er Heilbrigdi í gongd við at flyta í nýggju hølini í Varðagøtu 16 í Tórshavn
Flytingin hevur við sær, at stongt er fyri innleggingum inn á stovnin, ímeðan flytiarbeiðið fer fram
Væntast kann at opið verður aftur fyri innleggingum 12. januar 2026
Gerandisdagar millum kl 8.00 og 16.00 svara vit telefonini sum vanligt
Eisini ber til at skriva teldupost á heilbrigdi@heilbrigdi.fo og vit svara skjótast gjørligt