+298 32 80 55

Hvat er Minnesota

Minnesotafyrimyndin er skapt av fimti ára royndum við veruligum endurreistum A. A. persónum, (Anonymous Alcoholics) A. A. heimspeki, og er tað besta innan fyri gransking.

Eftir Minnesotafyrimyndini er alkoholisma ein frumsjúka, ið vindur upp á seg, og er óbótalig, men kann viðgerast.

Onnur eru ósek í drekkingini, og endaúrslitið av viðgerðini er ikki treytað av, um sjúklingurin er rúkfestur (motiveret), tá ið hann byrjar viðgerðina.
Tað týdningarmesta endamálið í víðgerðini, er at læra sjúklingin at broyta lívsháttin, og læra hann at liva heilt uttan bindandi evnir.

Minnestoafyrimyndin ella Hazeldenfyrimyndin, sum hon eisini verður nevnd, er kend í USA síðani seinast í fýratiárunum og er væl gjøgnumroynd. Í áratíggjur hevur hátturin ment seg og er betraður, og vit kunnu nýta tann besta viðgerðarháttin, ið til er.

Í bólkaviðgerð verða allir persónligir trupuleikar viðgjørdir.

Heilbrigdi
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.