Innkalling til ársaðalfund
19. mar. 2021ÁRSAÐALFUNDUR
Góðu limir í Stuðulsfelagnum hjá Heilbrigdi.
Innkalling til ársaðalfund mikudagin 5. mai 2021 kl. 19.00 og áminning um limagjald fyri 2021
AÐALFUNDUR
Útsetti ársaðalfundurin hjá Stuðulsfelagnum hjá Heilbrigdi verður í gamla skúla á Argjum mikudagin 5. mai 2021.
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Byrjað verður kl. 19:00.
Tríggir nýggir limir og tveir varalimir skulu veljast í nevndina.
Tað er týdningarmikið, at nógvir limir møta til aðalfundin tá so nógv fólk standa fyri vali.
Somuleiðis er neyðugt at skifta orð um framtíðina hjá felagnum, sum nú hevur góð 9 ár á baki.
SKAL FELAGNUM VERÐA LÍV LAGAÐ, ER TÝDNINGARMIKIÐ, AT ALLIR LIMIR STANDA SAMAN UM FELAGIÐ.
Mál, sum limir ynskja at fáa viðgjørd á aðalfundinum, skulu verða skrivaranum í hendi seinast 3 vikur fyri aðalfundin, t.v.s. mikudagin 14. apríl.
Uppskotið skal vera undirskrivað.
Uppskot skulu sendast til Poulu Eidesgaard, forkvinnu á teldupost poula@olivant.fo
Samstundis skal vera mint á, at fyri at kunna greiða atkvøðu á aðalfundinum, skal limagjaldið verða goldið.
LIMAGJALD
Vit vilja hervið heita á tykkum, um at rinda limagjaldið fyri 2021.
Limagjaldið er kr. 200,- fyri einstaklingar og kr. 300,- fyri pør.
Rindast kann á kontonr. 9181-427.489.1 í Betri Banka.
Blíðar heilsanir
Nevndin í Stuðulsfelagnum hjá Heilbrigdi
Viðtøkjurnar hjá Stuðulsfelagnum síggjast á leinkjuni HER: