Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum síðani 1986 hevur viðgjørt alkoholikarar og aðrar rúsevnismisnýtarar eftir tí sonevndu Minnesota-fyrimyndini ella Minnesota-skránni.
Viðgerðarhátturin á Heilbrigdi er mentur í USA og síðani tillagaður í Ísland, haðani hann er komin til Føroya.
Takkað verið viðgerðarhátti AA-felagsskapsins, tí sonevndu Minnesota-skránni, hava fleiri milliónir fólk lært at vera edrú uttan nakran heilivág:
Royndir kring allan heim vísa, at bæði fyri tey, ið eru betur fyri, og fyri tey mest óhepnu eru úrslitini av viðgerðum eftir Minnesota-skránni sera góð samanborið við aðrar viðgerðarhættir, og er hesin eisini sera væl egnaður til heildarviðgerð av bæði misnýtarum og avvarðandi.
Í heimshøpi er Minnesota-skráin helst tann mest nýtta, tá tað snýr seg um viðgerð fyri misnýtslu av rúsevnum. Man roknar við, at í dag eru uml. 150.000 AA bólkar við yvir 2 mió. aktivum limum.
Grundhugsanin í Minnesota-skránni er, at tað eru royndirnar hjá fyrrverandi misnýtarum, sum skulu hjálpa øðrum at sleppa burtur úr bundinskapinum. Tí eru misnýtsluviðgerðarnir á Heilbrigdi eisini fyrrverandi misnýtarar.
Men viðgerðin fer tó fram undir neyvum læknaligum eftirliti, og allir sjúklingar verða kannaðir og innlagdir av yvirlæknum á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Teir fyrstu 7-14 dagarnar verður misnýtarin aveitraður undir serkønum eftirliti av lækna og sjúkrarøktarfrøðingi.
Samstundis verður misnýtarin heilsukannaður, soleiðis at ein fullfíggjað heilsumynd kann fáast av honum.
Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum bæði einstaklingar, stovnar og fyritøkur