Tey Tólv Stigini

Teir Tólv Siðirnir

Heilbrigdi
Hvat er Heilbrigdi?

Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, sum síðani 1986 hevur viðgjørt alkoholistar og aðrar rúsevnismisnýtarar eftir tí sokallaðu MINNESOTAFYRIMYNDINI.

Hesin viðgerðarháttur er skaptur í USA, og síðani tillagaður í Ísland, haðani hann er komin til Føroya.

Minnesotafyrimyndin er tann viðgerðarháttur, ið hevur víst seg at geva nógv best úrslit, og er eisini viðgerðarháttur, har ein samlað viðgerð av bæði misnýtarum og avvarðandi fer fram.

Hvussu byrjar viðgerðin?

Viðgerðin fer fram undir læknahond. Teir fyrstu 7-14 dagarnar verður misnýtarin aveitraður undir serkønum eftirliti av lækna og sjúkrasystir.

Samstundis verður misnýtarin heilsukannaður, soleiðis at ein fullfíggjað heilsumynd kann fáast av honum.