+298 32 80 55

Fyribils ongin avrúsing á Heilbrigdi

13. jun. 2023

Tann 1. juli 2022 varð kunngerðin, “Bekendtgørelse for Færøerne om registrering af, underretning om og tilsyn med offentlige og private behandlingssteder”, sett í gildi. Hon hevði við sær, at Landslæknin skuldi hava heilsufaklig og fyriskipanarlig eftirlit við øllum almennum og privatum viðgerðarstøðum.
Landslæknin og tvey umboð fyri Styrelsen for Patientsikkerhed vóru á eftirlitsvitjan á Heilbrigdi tann 25.05.2023. Her bleiv tikin avgerð um, at fyribils verður ongin avrúsing á Heilbrigdi.
Tað merkir so, at eingin avrúsing er á Heilbrigdinum áðrenn viðurskiftinum eru broytt. Fólk, ið hava tørv á avrúsing, verða biðin um at venda sær til egnan kommunulækna fyrst og eru síðan vælkomin til viðgerðar á Heilbrigdi aftaná, at medisinska viðgerðin er liðug.
Grundviðgerð, eftirviðgerð og familjuskeið heldur fram sum vanligt.

Arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur sum skjótast, so avrúsingin aftur kann vera á Heilbrigdi, soleiðis sum hon hevur verið síðan stovnurin opnaði í 1986.

Rapportin frá Landslæknanum kann lesast her: Resumé til offentliggørelse

Aðrar greinar